– og tryggja borgarligu donsku stjórnini meiriluta.
Formaður Sambandsfloksins hevur verið landsfundi hjá danska stjórnarflokkinum, Vinstra, um vikuskiftið.
Í talu síni vísti Bárður Nielsen á, at populistisk nationalismar í hesum døgum vinnur fram í Evropa.
– Í Føroyum hava vit eisini eina stjórn, sum dregur tann vegin. Fremsta endamálið hjá landsstýrinum í Føroyum er at stovna eina republikk uttan fyri ríkisfelagsskapin.
– Hetta fer at isolera land okkara og lækka vælstandin og vælferðina hjá tín einstaka.
Hann lovaði, at Sambandsflokkurin fer at stríðast ímóti hesi populismu.
– Og eg veit, at vit fara at vinna til síðst, segði hann.
Bárður Nielsen takkaði eisini Vinstra fyri, at stjórnarflokkurin er við til at menna ríkisfelagsskapin og tey virði, hann hevur.
Bárður Nielsen fegnaðist um, at Vinstri nú gongu fram í kanningu, men harmaðist, at blái vongur enn mangar nakrar sessir í at vinna meirilutan, sambært kanningum.
– Men Sambandsflokkurin møtir fegin við einum fólkatingsumboð á næsta vali. Vit skulu nokk náa teimum 90, segði hann.
Hetta fegnaðist Lars Løkke Rasmussen um.
– Latið okkum so senda sama signal til Fólkaflokkin, tí so fer at líkjast nøkrum, segði Lars Løkke Rasmussen, sum við 88 fólkatingssessum í Danmark og tveimum í Føroyum vónar at kunna varðveita stjórnarvaldið eftir næsta fólkatingsval.










