Spanski landsliðsvenjarin, Vicente del Bosque, vil hava landsmann sín, Rafael Benitez, at brúka Fernando Torres minst møguligt komandi mánaðirnar. Torres dregist í løtuni við ein knæskaða, og skaðar hava argað somikið nógv, at hann bert hevur byrjað 14 dystir hetta kappingarárið. – Jú færri dystir hann spælir seinasta partin av kappingarárinum, tess betri er tað fyri okkum. Vit vilja hava hann so frískan, sum tað á nakran hátt ber til, sigur del Bosque.










