Harry Jacobsen á Toftum hevur í dag roynt at fingið fatur á løgmanni og umsiting hansara, so hann kann sleppa at handa honum tær 2.838 undirskriftirnar, sum mótmæla flúgvingini og vilja hava flogbann í Føroyum alt fyri eitt.
– Eg havi roynt at fingið fatur á løgmanni ella onkrum av fólkum hanara, men tað hevur gingist illa, sigur Harry Jacobsen, sum vónar, at hann kann lata løgmanni undirskriftirnar sum skjótast, og at myndugleikarnir fara at gera, sum mótmælisfólkini krevja.
Undirskriftainnsavnanin sæst HER










