Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er nú farin at kanna eftir, hvussu eisini fleiri av smærru í landinum, kunnu fáa tunnil fyri at bøta um samferðsluviðurskiftini.
Men hann er eisini púra sannførdur um, at skal tað eydnast, verður neyðugt at ganga óvanligar leiðir. Bygdir, hann hugsar um í hesum sambandi, eru Fámjin, Gjógv, Dalur, Tjørnuvík, og kanska aðrar við.
Hetta eru alt styttri tunlar, sum tosað hevur verið um í eitt mannaminni, tó uttan at nakað er hent.
- Tey, sum búleikast á hesum smáplássum, hava livað í vónini um ein tunnil seinastu 30-40 árini, men vit eru ikki komin eitt vet nærri einum tunli nú, enn vit vóru, tá ið vit byrjaðu at tosa um hetta, staðfestir landsstýrismaðurin.
Og landsstýrismaðurin er púra sannførdur um, eftir tí leisti, sum nú verður arbeitt eftir, verður tað aldrin, at hesar bygdirnar fáa tunnil.
Fyrr var tað manning hjá Landsverk, sum gjørdu tunlar. Men hesi seinastu nógvi árini hevur arbeiðsmátin verið tann, at tunlar verða bjóðaðir út til privat at gera.
Samstundis er útgerðin at bora við nú á døgum, so framkomin, at tað tekur onga tíð at bora ein tunnil. Tað gav at bíta við Viðareiðistunlinum, sum var liðugur eitt ár fyrr enn mett var.
Men samstundis er arbeiðsmátin nú á døgum tann, at táið tað fyrst er sett á at bora, verður borað allan sólarkringin, og tað verður ikki steðgað á, fyrrenn liðugt er.
- Alt tað merkir samstundis, at tá ið tað almenna fer undir ein tunnil, skulu rættiliga stórar upphæddir setast av á fíggjarlógini upp á rættiliga fá ár, sigur Hendrik Old.
- Tað standa rættiliga stórar tunnilsverkætlanir fyri framman, samstundis sum aðrar íløgur skulu gerast. Og tí eri eg sannførdur um, at ganga vit ikki óvanligar leiðir, verður tað seinur dagur, áðrenn smábygdirnar fáa tunnil.
Hann dugir nevniliga ikki at síggja fyri sær, hvussu tað skal bera til at játta tíggjutals milliónir um árið til styttri tunlar, afturat øllum hinum verkætlanum, sum eru samtykt, og sum politisk semja annars longu er um.
Av tí sama er Hendrik Old nú farin at kanna eftir um tað ikki ber til hjá Landsverki at keypa ein borivogn at bora styttri tunlar við. Samstundis kannar hann um ikki Landsverk skipa eitt toymi, sum kann gera tunlar, akkurát sum Landsverk hevði, tá ið allir teir fyrstu tunlarnir vórðu gjørdir.
Hendrik Old sigur, at sostatt kann hetta tunnilstoymið bora tunlarnar, so hvørt, peningur verður játtaður. Hann nevnir, at ein møguleiki er at játta eina millión um mánaðin at bora fyri, fyri at taka eitt dømi.
- Um so stígur kemur í av og á, ger minni, tí so vita tey, sum búleikast á hesum plássum, at tað gongur ikki so long tíð, so er tunnilin boraður, sigur hann.
- Tað, sum hevur størstan týdning, er, at tey síggja, at gongd er í málinum, og at tey fáa tunnil, áðrenn langt um líður, leggur hann afturat.
Hann heldur, at hetta kann vera ein máti at forða fyri, at bygdirnar verða avtoftaðar.
Hendrik Old sigur, at nú er hann sostatt farin at kanna, um politisk undirtøka er fyri eini slíkari ætlan og samstundis hevur hann biðið Landsverk kanna, hvussu farast skal fram.
Hann sigur, at hann ætlar, at um nakrar fáar mánaðir skal tað vera greitt um politisk undirtøka er fyri hesum, og um tað yvirhøvur letur seg gera.
Hin møguleikin er at boða teimum frá, at tað fara at ganga rættiliga nógv ár, áðrenn tey skulu gera sær nakrar vónir um betri vegasamband, leggur hann afturat.










