Vil skilja redaktiónirnar sundur

- Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða kringvarpslógina? Her verður serliga hugsað um at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum við tveimum sjálvstøðugum tíðindadeildum?


Tað er ein spurningur, ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, má svara í løgtingum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.


Tað er fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, ið hevur sett landsstýriskvinnuni spurningin, nú tað í vár eru tíggju ár síðani, at hann sum landsstýrismaður legði Útvarpið og Sjónvarpið saman í ein felags stovn, og ein nýggj kringvarpslóg fekk gildi.


- Tá ið lógin varð gjørd, varð stórur dentur lagdur á, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir, og táverandi Mentanarnevnd herdi orðingina og fekk sett inn í lógina, at tað skuldu vera tvær sjálvstøðugar eindir, skrivar Jógvan í Lakjuni í viðmerkingunum til spurningin.


Sambært tingmanninum, so var endamálið við nýggju lógini at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum, men at setta kósin aldrin varð fylgd.


- Hetta varð tó ongantíð ført út í lívið, men í staðin varð farið hin vegin. Longu í oktober 2008 var ein tíðindaleiðari settur fyri bæði útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at "tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir" varð broytt til "tvær tíðindaredaktiónir".


Hetta var ein broyting, ið fyrrverandi landsstýrismaðurin metir hevur virkað móti ætlan, og tí eftirlýsir hann broytingar í lógini.


- Her er brúk fyri broytingum soleiðis, at Kringvarp Føroya fer at liva upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, skrivar tingmaðurin at enda.