Fótbóltur
Ein av fyrilestrarhaldarunum á tiltakinum hjá FC Amager, var Lau Laursen, sum er mentalur venjari hjá besta liðnum hjá FC Amager.
Júst mentali parturin av spælinum er nakað, sum Todi Jónsson støðugt hevur lagt stóran dent á, og Lau Laursen legði í sínum fyrilestri dent á, at tað júst er tann mentali parturin, sum kann lyfta spælararnar seinasta pettið fram á leið.
- Besta dømið hava vit helst innan golf-ítróttin.
- Tað er væl eingin ivi um, at Tiger Woods er besti golf-spælarin, sum nakran tíð hevur verið. Men veruleikin er samstundis, at tað finnast á leið 10.000 spælarar, sum duga eins væl sum Woods at raka eina golfkúlu.
- Munurin millum hann og hinar 9.999 kemur tó til sjóndar, tá tað veruliga stendur á. Tú skalt ikki snara handliðinum serliga nógv, áðrenn tað kostar nógvar metrar, tá tú slært fleiri 100 metrar, og meira enn nakar annar, so dugir Tiger Woods at brúka tankarnar til júst aktuella slagið, tá mest stendur á. Og tað er fyrst og fremst hetta, sum ger hann fantastiskan. Mín uppgáva við FC Amager so at royna at fáa spælararnar at geva sítt allar besta, júst tá hetta er neyðugt, segði mentali venjarin millum annað.