Lisbeth Nebelong flutti til Føroya sum 10 ára gomul, tí pápi hennara skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Ein flyting, sum setti síni spor í hjarta á lítlu skúlagentuni.
Bráddliga var hon skrykt upp við rót úr sínum tryggu umstøðum, og flutt til Føroya at ganga í Nonnuskúlanum. Túrin við Tjaldrinum í januar mánað í 1965 gloymir hon aldrin.
Rull og sjóverk í dagavís, og tá hon kom fram, var hon koyrd í ein gentuklassa í einum strangum katolskum skúla, har hon einki skilti av tí, sum varð sagt.
Upplivingar í skúlanum, sum til dømis at verða kallað danski lortur, og einki at skilja av tí hatri, sum onkuntíð streymaði ímóti henni, vekja ring minni. Fyrstu tíðina bara græt hon, fortelur Lisbeth Nebelong.
Hon fall tó skjótt til, og tá hon skuldi heim aftur til Danmarkar, hevði hon fest røtur í Føroyum, og tað var ein næstan líka stórur skelkur at flyta aftur til Danmarkar, sum tað hevði verið at flyta til Føroya.
Lisbeth Nebelong kennir tað, eins og Føroyar eru ein partur av henni.
- Hóast eg havi búð í Føroyum í eitt sera stutt tíðarskeið, eru Føroyar ein partur av mær. Eg haldi eg eri ein sættapart føroyingur, sigur hon.
Orsøkina heldur hon vera, at hon hevur búð í Føroyum í einum tíðarskeiði, har hon hevur verið sera opin, nevniliga fyrst sum barn, frá at hon var 10 til 12 ár, og síðani tá hon var 18 til 19 ár.
- Hetta er ein aldur, har tú sansar alt rundan um teg, og alt hevur sera stóra ávirkan á teg. Føroyar hava gjørt meg til tann, sum eg eri í dag – um eg ikki hevði hetta við, ja so hevði eg bara veri ein keðiligur danskari, sigur Lisbeth Nebelong.
Upplivingarnar, blandaðu kenslurnar og samleikin hava skapað ein longsul í henni at kanna, hvat tað er, som ger sambandið millum føroyingar og danir so trupult.
- Eg skilti ikki, hvat hini børnini høvdu í móti mær, men eg merkti heilt týðuliga, at tað, at vera dani, var ikki gott, sigur Lisbeth Nebelong. Eg skilti eftir eina tíð, at eg var berari av eini fíggindamynd, av tí at eg var danskari, og sum vaksin havi eg havt ein tørv á at skilja, hvat hetta var fyri nakað, sigur Lisbeth Nebelong.
Arbeiðið við tríbókaverkinum er tí ein roynd at skilja møtið millum føroyingar og danir, og Lisbeth greiðir frá tí við kærleikssøguni um Lisu og Kára. Hesi bæði, sum hava eitt inniligt og serligt samband, verða ikki par í lívinum, tí Lisa velur Kára frá. Hon heldur ikki, at tey kunnu liva saman tí tey hava so ymiska bakgrund.
Les alla samrøðuna við danska rithøvundan, Lisbeth Nebelong í Sosialinum í dag.









