Vil nú menna samvinnuna millum Føroyar og Bretland

Nýggi bretski sendiharrin í Danmark hevur júst vitjað í Føroyum. Bretar bjóða sær til at hjálpa føroyingum við fyrireikingunum til fyrstu oljuleiting á landgrunninum.

Jan Müller


Nú um dagarnar vitjaði nýggi bretski sendiharrin í Danmark, Philip Astley í Føroyum fyri fyrstu ferð. Undir vitjanini nýttu hann og sendiharrafrúan, sum er donsk, høvi at vitja í Tinganesi, har tey hittu løgmann og varaløgmann. Her var m.a. spurningurin um framtíðarstøðu Føroya á skránni. Eisini gekk leiðin niðan til Ríkisumboðið umframt at vitjað varð hjá stovnum o.ø. eitt nú Oljumálastýrinum.

Nettupp Oljumálastýrið hevði ein serstakan áhuga fyri sendiharran, tí hann sær fyri sær stórar møguleikar fyri øktum samtarvi millum Føroyar og Bretland á oljuøkinum.

-Vit hava drúgvar royndir á hesum økinum, og eg haldi tað, at føroyskar og bretskar fyritøkur eiga at tosa saman um, hvat kundi verið samarbeitt um sigur Philip Astley, sum er sera fegin um, at marknaavtalan kom uppá pláss. Hann heldur, at nettupp henda avtalan er lykilin til at menna samvinnuna landanna millum.

-Eg komi til Føroya við einum ynski frá fyritøkum í míni landi, sum hava arbeitt í oljuvinnuni í mong mong ár. Hesar fyritøkur vilja fegnar arbeiða saman við føroyingum. Tað er heldur ikki av tilvild, at sendiharrin kemur til Føroya í kjalarvørrinum á upplatingini av BP Amoco skrivstovuni í Havn.

Philip Astley sigur, at bretskir oljumyndugleikar eru eisini sinnaðir til at geva føroyingum eina hjálpandi hond, tá tað ræður um at stíla fyri arbeiðinum í sambandi við fyrstu leitingini á landgrunninum. Hetta er nakað, sum bretar hava drúgvar royndir í.

Men talan er sjálvandi eisini um at fáa gott samstarv við alt tað føroyska vinnulívið og samfelagið sum heild.

Philip Astley heldur annars, at føroyskar fyritøkur lættliga kunnu koma í samband við ikki færri enn 60.000 fyritøkur í Bretlandi við at gera brúk av eini nýggjari kunningarskipan á internetinum. Tað ber til skjótt og lætt at koma í samband við fyritøkurnar. Talan er um TradeUK, sum er ein ókeypis internettænasta hjá bretsku stjórnini. Internetadressan er www.tradeuk.com.

Philip Astley hevur arbeitt í uttanríkisráðnum í London seinastu 5 árini. Hann hevur annars arbeitt á sendistovum í India, Pakistan, Eysturtýskalandi og Danmark.

Hann hevur verið rættiliga leingi í Danmark tilsamans og tí var sendiharrastarvið har eitt ynskiarbeiði. Tað telur eisini nógv, at konan Suzanne er donsk. -At tú kennir landið og málið hevur nógv at siga í einum tílíkum arbeiði vísir hann á.

Undir vitjanini hjá bretskum ráðharra í fjør varð Anfinn Kallsberg, løgmaður boðin til Bretlands at vitja. Vit spurdu sendiharran, nær henda vitjan verður veruleiki. Til tað sigur hann, at løgmaður skal vera vælkomin, tá hann heldur rætta løtan er til slíka vitjan.