Føroyskur ídnaður hevur í fleiri ár roynt at førleikamenna seg til at kunna vera við í oljumenningini og har eisini at kunna vera við í arbeiði í eitt nú Noregi. Hvussu stóran týdning hevur tað, at føroysk virki samstarva við norsk og eru við í oljutilgongdini har eisini:
Erling Øverland: -Tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at man er aktivt við, og at tað eru føroysk oljufólk, sum eisini arbeiða í hesi vinnu í Noregi og í øðrum londum. Tað er umráðandi, at man er við frá byrjan og kann útbúgva síni egnu fólk, skuldi man funnið olju. Tað eru høvdini vit liva av, og tað eru tey, sum skulu reka føroyska ídnaðin víðari, og tí er tað sera týdningarmikið at fáa samvinnu í lag millum ídnað og lærdar háskúlar fyri at útbúgva fólk.
-Meinar tú harvið, at hóast eingin í dag veit við vissu, um tað verður nakað oljuævintýr her, so er tað rætt at útbúgva síni fólk til hesa vinnu?
-Tað er týdningarmikið, at man roynir at fáa ta kunning og vitan, sum til ber longu nú. Tað er heldur ikki langt til Danmarkar, Norra og Ongland, verður hugsað um arbeiði.
Erling Øverland sigur, at fleiri føroyingar í dag arbeiða hjá Statoil, og tað eru fólk, sum gera eitt sera gott arbeiði fyri norska felagið og sum heilt vist fara at hava týdning fyri Føroyar, tá olja verður funnin her.
16. august tekur Erling Øverland alment við sum forseti fyri Næringslivets Hovedorganisasjon, sum bæði er arbeiðsgevara- og vinnufelag. Og hann fer undir hesa uppgávu við stórum áhuga og vilja. Og vitjanin í Føroyum kann eisini fara at hava týdning fyri samvinnuna landanna millum.
-Sum leiðari fyri vinnulívið í Norra síggja eg sera ljóst uppá samstarv við øll hini Norðurlondini. Tað er eisini týdningarmikið, at vit eru so dugnaligir sum gjørligt fyri at kunna vera kappingarførir. Og tá hevur tað nógv at siga at vera frammaliga á tøkniliga økinum. Tí vit, og eisini Føroyar so við og við, gerast eitt háprísland. Tað hevur tí týdning, at vit ikki bara kunnu seta fólk í arbeiði, men at man kann menna tøknina og tað við vælútbúnum fólki.
Brúkið tað tit eru bestir til
-Kann vitjan tín her vera við til at lata upp hurðar í Noregi fyri føroyskum vinnuvirkjum?
-Tað vóni eg. Eg havi hitt nógv áhugaverd og væl útbúgvin fólk við sera góðum vilja og framtíðar vónum, nakað sum eg sjáldan havi sæð so frammaliga aðrastaðni. Hetta eru virkin fólk og sum kunnu nógv, og fleiri teirra hava royndir á maritima økinum.
Erling Øverland heldur, at føroyingar eiga at leggja stóran dent á at brúka tær royndirnar, sum vit hava á havinum og sipar her til mongu greinarnar innan oljuvinnuna til sjós.
Erling Øverland vitjaði eisini Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Har fekk hann eina greiða fatan av, hvat er við at henda í føroyskum vinnulívi. ?Kunnu vit samstarva landannna millum og taka við læru av okkara royndum og kunnu vit bjóða føroyska samfelagnum okkara vitan og royndir og tøkni soleiðis, at man man kann fara í gongd við at leita eftir oljuni á rætta mátan, tá haldi eg eisini, at norskar fyritøkur kunnu standa seg betri í kappingini við onnur lond at veita føroyska samfelagnum hesa ekspertisu.
Og hann heldur fram: -Tað er av týdningi fyri tykkum at taka hond um tað tit eru best til, og tað er á maritima økinum. Mennið hetta. Hetta er eisini nakað vit hava gjørt í Norra. Á flutningsøkinum, logistikkinum sum heild eiga at liggja nógvir møguleikar.
Norski vinnustjórin sigur, at hetta er fyrstu ferð hann vitjar í Føroyum. -Tað hevur verið ein stór uppliving. Tit hava eitt vakurt land við menniskjum, sum eru positiv og engagerað og sum vilja menna hetta samfelagið. Eg havi verið sera væl móttikin.









