- Tað skal gerast loyvt at fiska í allari Keypmannahavnar Havn, heldur mentanar-og frítíðarborgarstjórin, Niko Grünfeld.
Í dag er tað ikki loyvt at fiska í stórum pørtum av Keypmannahavnar Havn. Tað er nevniliga bert loyvt at fiska í Sydhavnini, Norðhavnini og við Refshaleoynna, har kavbáturin hjá Peter Madsen plagdi at liggja.
Borgarstjórin í Keypmannahavn fer at arbeiða fyri, at strongu reglurnar verða linkaðar og hevur skotið upp at víðka um økini hjá Keypmannavnar Havn, har loyvt verður at fiska.
- Tað eru nógvir frítíðarfiskarar, sum leita sær út úr býnum at fiska. Men, tað er so áhugavert og fantastiskt, at til ber at fiska í Keypmannahavnar havn og síðan eta fiskin.
Niko Grünfeld heldur, at fólk eiga at fáa høvi at brúka teir møguleikar og náttúru, sum er í býnum og ikki minst sjógvin.
- Eg haldi eisini, at hetta kann gerast ein attraktión hjá ferðafólki, sum kann verða við til at "branda" Keypmannahavn, tí tað er nakað heilt serstakt, at fiskast kann í einum høvuðsstaði, heldur hann.
Uppskotið hjá Niko Grünfeld hevur fingið dygga undirtøku í Mentanar-og Frítíðarnevndini í býráðnum í Keypmannahavn, veit www.fiskeavisen.dk at siga, sum annars vísir til TV2 Lorry.