- At Føroya Løgting skal vera mannað við 33 tinglimum, er alt ov nógv.
Tað heldur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Og nú ein nógv umrødd nevnd er sett at endurskoða okkara valskipan, mælir hann til, at hon í hesum sambandi eisini tekur spurningin upp um, hvussu nógvir limir skulu vera í Løgtinginum.
Í Sosialinum mánadagin reisti Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spurningin um, at allir politikarar skulu fara 55 ella 10% niður í løn fyri at vísa Føroya Fólki, at teir eru sinnaðir at ganga á odda, nú teir annars áleggja borgarunum eina byrðu og aðra fyri í eini roynd at basa kreppuni.
10 løgtingsfólk færri
Hetta er eitt uppskot, sum Kaj Leo Johannesen, heldur lítið um, sigur hann í aðrari grein her á síðuni.
Sjálvur heldur hann, at tað er nógv skilabetri at talið á løgtingslimum verður munandi skert.
Hann vísir á, at tað eru eisini onnur, sum hava reist spurningin um ikki tað eru ov nógvir tinglimir í Løgtinginum
- Álvaratos altso, er tað neyðugt at hava 33 tinglimir at stýra Føroyum, spyr hann.
Sjálvur heldur hann, at eitt tingmannatal upp á 23 er hóskandi fyri eitt samfelag sum tað føroyska.
- Skulu vit tosa um at spara, vildi eg persónliga nógv heldur viðgjørt spurningin um at lækka tingmannatalið enn eg eri sinnaður at viðgerða spurningin um at lækka lønirnar, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann heldur, at ein kombinatión kundi verið at lækka tingmannatalið, men at styrkt umsitingina í Løgtinginum so at hon fekk betri umstøður at virka og at gjøgnumkanna uppskot, sum verða løgd fyri tingið.