Vil kanna tænastustøðið hjá almennum stovnum

- Gera vit eina nøgdsemiskanning, kunnu vit geva teimum bestu almennu stovnunum eitt herðaklapp, heldur Kári P. Højgaard, Løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo

Tað hevði verið upp á sítt pláss at gjørt nøgdsemiskanningar av almennum stovnum, fyri at vita, hvussu tænastustøðið er.
Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

Á løgtingsfundi í dag fer hann at spyrja løgmann, um landstýrið hevur nakrar ætlanir um at gera óheftar nøgdsemiskanningar av almennu stovnunum og partafeløgunum fyri at vita, hvussu nøgdir brúkararnir eru við tænastuna.

- Vit hoyra dagliga um misnøgd við almennar stovnar, sigur hann.
Hann sigur, at talan kann vera um seina avgreiðslu og um langa telefonbíðitíð, tá samskiftast skal við almennar stovnar.
Hann heldur, at uttan iva veita flestu almennir stovnar ein góða tænastu.

- Men sakliga er tað torført at burturvísa, at misnøgdir borgarar í summum førum hava grein í sínum máli, leggur hann afturat.
Hann heldur, at ein møguleiki fyri at staðfesta tænastustøðið hjá tí almenna, er at gera regluligar nøgdsemiskanningar av øllum stovnum og partafeløgum, ið tað almenna varar av.

- Hendan kanning kundi verið gjørd við spurnarbløðum á staðnum, telefon ella ella teldubrøvum.

Hann mælir til, at tað verður ein óheftur stovnur, sum stendur fyri arbeiðnum, eitt nú Hagstovan, Gallup ella Fynd.

- Vórðu kanningar gjørdar regluliga og úrslitið almannakunngjørt, hevði verið gjørligt at staðfest, um veikleikar veruliga eru í almennu fyrisitingini, og hvar hesir vóru. Somuleiðis høvdu kanningarnar verið fyribyrgjandi og mennandi fyri skipanina.

- Tað hevði givið positiva kapping millum stovnarnar, og starvsfólkini høvdu kýtt seg enn meira, fyri at fingið eitt gott úrslit og harvið eitt gott andlit út til brúkaran.

Kári P. Højgaard sigur, at við slíkum kanningum, kundu vit fingið ein topp-trý lista yvir teir bestu og kundavinarligastu, almennu stovnarnar í landinum.

- Og teir kundu so fingið eitt munandi, fíggjarligt herðaklapp, heldur sjálvstýrismaðurin úr Runavík.