- Eg haldi, at tað er rætt at samgongan fer undir at kanna møguleikan fyri at niðurlagað rentustuðulin til sethúsaeigarar.
Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Í sambandi við kreppuna, hevur nógv verið tosað um møguleikan fyri at útvega landskassanum eyka inntøkur.
Men í hesum sambandi vil forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag ikki hoyra talan um at hækka avgjøld og skattir.
Hinvegin hevði hon góðtikið, at samgongan fór undir at kanna møguleikan fyri at lækka ella heilt at avtaka rentustuðulin til sethúsaeigarar.
Men hon ásannar, at hetta er ikki eitt tiltak, sum kann setast í verk beint nú. Hetta er eitt tiltak, sum má setast í verk so líðandi yvir eitt longri áramál og tí fer tað heldur ikki at geva landskassanum fleiri inntøkur við tað fyrsta.
Ingeborg Vinther er ikki ósamd í tí sjónarmiði, at rentustuðulin fyrst og fremst er ein stuðul til bankarnar og tað einasta, hann elvir til, er at húsini verða dýrari, enn tey annars høvdu verið, var ongin rentustuðul.
Og hon dugir ikki at síggja nakað endamál í, at landskassin skal rinda bankunum ein almennan stuðul upp á yvir 100 milliónir, ella, hvussu stórur hann nú er.
Kortini staðfestir hon, at skal rentustuðulin takast av, má tað vera við størsta varsemi, so at teppið ikki verður skrykt undan teimum sethúsaeigarunum, sum sita tungt









