Vil ikki til Føroya

Sjóverjan heldur, at franski trolarin Bruix hevur fiskað ólógliga í føroyskum sjógvi, men trolarin fjalir seg bretsku megin markið. Tað var Hvidbjørnen, sum kom fram á Bruix í gjár. Tá var franski trolarin í føroyskum sjógvi, men tá fransmenninir fingu eyga á sjóverjuskipið, setti trolarin ferð á inn um bretska markið.

Hvidbjørnen fór aftaná, og allan dag hevur verið roynt at fáa franska trolaran at koma við sjóverjuskipinum til Føroya, men enn uttan úrslit. Føroyskir, danskir, skotskir og franskir myndugleikar eru komnir upp í málið.

Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið fann í dag eina boyu hjá franska skipinum inni í føroyskum sjógvi.