Vil ikki til Danmarkar

Ein svii, sum hevði nógv samstarv við tann varðhaldsfongslaða Stein Bagger, skal kanska sendast til Danmarkar, har hann kann koma fyri rættin Sviin Mikael Ljungman, sum sambært donsku løgregluni hevur havt rættiliga nógv samband við tann svikákærda Stein Bagger, hevur ongan hug at gera eftir ynskinum frá danska ákæruvaldinum, sum vil hava orð á hann.

Danska løgreglan vil vera við, at Michael Ljungmann hevur verið við til at svika fyri 266 milliónir krónur og hevur tí kravt at fáa hann útflýggjaðan úr Svøríki.

Tann 26. mai skal rætturin í Stockholm taka støðu til, um Ljungmann skal sendast um Oyrasund. Ætlanin er, at rættarmálið ímóti Stein Bagger skal byrja í Lyngby tann 10. juni.