Charles N’Zogbia, sum spælir við Newcastle, vil ikki longur spæla fyri Joe Kinnear, sum er manager í felagnum. Eftir tapið hjá Newcastle móti Manchester City týsdagin hevði Joe Kinnear stórar trupulleikar við at úttala navnið á N’Zogbia, og tí vildi spælarin ikki finna seg í. N’Zogbia hevur leingi havt eitt ynski um at koma úr felagnum, og nú sigur hann, at støðan er ovboðin fyri seg.