Vil ikki leiga ferðafólki úr Ísrael húsvognar

Tann størsti húsvognaútleigarin í Íslandi vil ikki leiga ísraelskum ferðafólki húsvognar orsakað av framferðini hjá Ísrael í Gaza.

Steinarr Lár, sum eigur útleigingarfyritøkurnar KúKú Campers og Go Campers, sigur við blaðið Vísir, at hann hevur tikið avgerðina fyri at vísa sín stuðul til palestinar.

 

-Hetta er í roynd og veru fólkadráp, og altjóða samfelagið vendir tað blinda eygað til. Eg fái ikki gjørt annað enn at nokta fólki haðani mínar tænastur, og á tann hátt vóni eg, at tey leggja trýst á sínar politikarar fyri at fáa teir at leggja á annan bógv, sigur Steinarr Lár.

 

Hann leggur afturat, at hann hevur havt ísraelsk viðskiftafólk í fleiri ár, og at hann hevur einki ilt at bera teimum.

 

-Hinvegin haldi eg, at teirra framferð er skeiv, og eg umhugsi at fara til Palestina at stuðla fólki har, sum eru í neyð, sigur Steinarr Lár við blaðið.