Vil ikki leggja frá sær

Uffe Ellemann-Jensen heldur, at blaðstjórin á Jyllandspostinum eigur at siga seg úr starvi. Men tað ger hann ikki.

Árni Joensen
fartekst@mail.dk

Carsten Juste gjørdi í gjár greitt, at hann ætlar sær ikki at gera eftir tilmælinum frá fyrrverandi uttanríkisráðharranum.

-Hatta fær meg als ikki at hugsa um mítt starv, sigur Carsten Juste við Politiken. Uffe Ellemann-Jensen skrivaði í einari grein í Jyllandspostinum í gjár, at blaðstjórin eigur at leggja frá sær. Hann vísti á, at Carsten Juste hevur sagt, at hevði hann vitað, at tekningarnar av Muhammed profeti, fóru at elva til tílíkt tok, vóru tær ongantíð komnar í blaðið.

-Uffe Ellemann-Jensen tulkar hetta, sum at eg havi sagt, at eg iðri meg um, at tekningarnar komu í blaðið. Tað geri eg ikki, og tað var heldur eingin, sum dugdi at siga, at málið fór at elæva til hetta stríðið, sigur blaðstjórin.

-Serfrøðingar siga, at tilburðirnir teir seinastu dagarnar hava einki við tekningarnar at gera. Tað snýr seg um nakað heilt annað, og tí hevði tað ikki ávirkað støðuna, at eg legði frá mær, sigur Carsten Juste.