Í dag ræður svarti marknaðurin
- Eg helt, at tað var soleiðis, øll hini gjørdu, sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum í morgun mátti møta í Føroya Rætti, tí hon í fjør bílegði nakrar sjokolátubønir við cannabisolju, sum hon væntaði kundu linna um sklerosu sína.
26. august í fjør bílegði Gunnvá Tróndardóttir Joensen ein pakka av sjokolátubønum úr Danmark. Tað serliga við hesum bønunum er, at tær innihalda cannabisolju. Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur seinastu 10 árini havt sklerosu, og hon hevði lisið ymsa staðni, at cannabisolja kann veita sær linna.
Tá pakkin kom til Føroya bleiv hann steðgaður á tolldeildini á Posthúsinum á Óðinshædd. Orsøkin var, at tað stóð á pakkanum, at bønirnar innihildu THC, tað rúsandi evnið í hassj.
Les eisini: Sjúklingur í rættin fyri at royna at smugla hassj
Kanningar, sum Rettskemisk Institutt í Danmark hevur gjørt fyri løgregluna í Føroyum vísa, at THC innihaldið í pakkanum er millum 0,1 og 0,9g.
Hetta er tí brot á lógina um rúsevni, og Gunnvá Tróndardótti Joensen mátti tí møta í Føroya Rætti í morgun.
Í frágreiðing síni greiddi hon frá, at hon ikki hevði givið sær far um, at bønirnar innihildu THC, tá hon bílegði tær, hon var bara so glað um, at tær innihildu CBD.
- Eg hevði lisið, at CBD kundi hjálpa fólkum við sklerosu og tí bleiv eg so glað, tá eg fann hesar bønirnar, sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen.
Hon greiddi í rættinum frá, at hon skilti kanska á lagnum, at hetta var nakað, sum fólk hildu lágan profil um. Tað bleiv ikki lýst nakrastaðni, men hon hoyrdi um heimasíðuna í ymiskum facebook-bólkum fyri fólk við sklerosu.
- Eg burdi kanska vita, at tað var ólógligt, men eg hevði ikki so stóran kunnleika um evni tá. Eg hugsaði bara, at endiliga hevði eg funnið okkurt, sum kundi hjálpa mær, segði Gunnvá Tróndardóttir Joensen.
Rættarfundurin í dag endaði við, at málið varð latið ákæruvaldinum aftur. Orsøkin var, at av tí, at Gunnvá Tróndardóttir Joensen ikki vildi játta seg treytaleyst seka, má málið koyrast sum revsimál, har hon hevur møguleika at hava verja við, fyri at hjálpa sær at bera sína søk fram.
- Trupulleikin er, at eg eri ákærd fyri at smugla hassj. Tað vil eg ikki viðganga. Endamálið var ongantíð at rúsa meg. Eg visti ikki, at bønirnar innihildu THC. At eg nú standi ákærd fyri at smugla hassj er bara við til at økja um stigmatiseringina av cannabis sum heilivági, sigur hon.
- Eg veit, at fleiri onnur í Føroyum nýta cannabisúrdrátt og eg helt, at hetta mátti vera mátin, tey gjørdu tað. Tað er stórt spell, at tað skal vera svarti marknaðurin, sum stýrir økinum, men soleiðis er tað í dag, sigur hon.
Fyri Gunnvá Tróndardóttir Joensen og hini, sum stríðast fyri at fáa cannabisúrdrátt góðkendan sum heilivág, er hetta ikki eitt stríð um at sleppa at innflyta tað sjálvi.
- Vit vita, at cannabisúrdráttur kann hjálpa nógvum sjúkum í dag, og vit vita, at tað er sera sjáldsamt, at tað hevur neiliga ávirkan á nakran. Tí vilja vit so fegin, at eisini sjúklingar í Føroyum skulu fáa atgongd til hesar vørurnar.
- Tey mugu gjarna kalla tað heilivág, men so mugu vit kunna fáa fatur á tí á apotekinum. Tað hevði eisini verið nógv lættari hjá okkum, sigur hon.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen sigur, at hon veit, hvør framtíð bíðar henni.
- Fleiri sum hava sklerosu, fáa harðar krampar og spasmur. Tað er væl møguligt, at tað er tað, sum bíðar mær eisini um nøkur ár. Tey, sum eru so hart rakt, fáa ofta loyvi at brúka cannabisúrdrátt. Men hví skal tað bíða, til eg eri so illa fyri? Hví kann eg ikki fáa tað nú, so eg kann vera, sum eg eri nú, so eg kann vera tað fyri míni børn, sum eg eri nú, spyr Gunnvá Tróndardóttir Joensen, áðrenn leiðin liggur norður til Klaksvíkar aftur.