Í næstu viku fer Dalai Lama til USA, men fyri fyrstu ferð í átjan ár fær hann ikki høvi til at hitta amerikanska forsetan. Amerikanskir embætismenn siga við blaðið Washington Post, at Barack Obama vil fegin tosa við Dalai Lama, men at tað má bíða til aftan á fundin, sum Obama skal hava við kinesiska forsetan, Hu Jintao, í næsta mánaði.
Ein talskvinna fyri Dalai Lama sigur við blaðið, at tann andaligi leiðarin skilir avgerðina hjá Hvítu Húsunum, og at hann eisini heldur tað vera umráðandi við góðum viðurskiftum millum USA og Kina.










