Vil ikki hava útlendskan kapital í fiskivinnuna

- Har sá man, at tá kapping var inni, so var tað ein øgilig variatión í prísinum, og miðalprísurin endaði á tí tvífalda av tí, ið minstiprísurin var.


Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Rás2, nú fyrsta umfar av royndaruppboðssøluni av veiðirættindum var í gjár.


Í samrøðuni við Rás 2 svarar Høgni Hoydal upp á nakrar av teimum atfinningunum, ið hava verið at søluni i gjár, harímillum upp á tað, at útlendingar ikki sleppa upp í part.


- Hetta við at útlendskur kapitalur skal sleppa at keypa fiskirættindini undir Føroyum er ikki okkara endamál, tvørturímóti.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.