Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og løgtingsformaður, vil ikki hava Miðflokkin upp í samgonguna.
Tað ger hann greitt á Facebook í dag.
Hann sigur, at tað hóvar honum illa at fáa Miðflokkin upp í samgonguna, tí hann heldur ikki, at virðisgrundarlagið hjá flokkinum sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni, og hesum samgonguflokkunum.
– Alt ber ikki til í politikki! Leggið handan bóltin deyðan, og roynið loysnina innanveggja, ljóðar áheitanum frá Pálli á Reynatúgu til samgonguleiðararnar.
Annars fara Miðflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn at samráðast um nýggja samgongu í kvøld