Hillary Clinton hevur boðað frá, at hon ætlar sær ikki at halda fram sum uttanríkisráðharri, skuldi Barack Obama vunnið forsetavalið, men hvat hon so ætlar, veit eingin. Eftir øllum at døma hevur hon heldur ikki sagt manninum, hvat hon ætlar.
-Eg havi ikki ánilsi um, hvørja avgerð hon hevur tikið, segði Bill Clinton í sendingini Face the Natioan hjá sjónvarpsstøðini CBS í dag.
Hillary Clinton royndi at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 2008, men mátti lúta fyri Barack Obama. Hann valdi sær hana til uttanríkisráðharra, og í meiningakanningunum er hon tann best umtókti ráðharrin í stjórnini.
Eftir øllum er tað bara Hillary Clinton sjálv, sum veit, um hon ætlar sær at royna at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 2016. Tá verður hon 69 ára gomul.









