Vil ikki at tað verður sagt ósatt um meg av blaðnum Trúboðin

Greinin niðanfyri varð send blaðnum Trúboðin sum eitt aftursvar, men varð ikki tikin upp - varð ignorera. At greinin, sum stóð í Sosialinum síðstu viku, var send Trúboðanum, stendur ongastaðni

Viðmerking til formannin í Heimamissiónini
At innlegg mítt fór at fáa sama heiðurspláss og líka stórar stavir sum meinigheitin í Hoyvík fekk í Trúboðanum, hevði eg sjálvandi ikki vænta, men metti kortini, at eg skuldi senda tað til Trúboðan, tá ið tað var ein viðmerking til nakað, sum staðið hevði í hesum blað. Men orsaka at eg kom at taka pláss í blaði tykkara. Væntaði kortini, at eg kundi fáa viðmerkingina við í næstseinasta blað tá ið hon varð send í góðari tíð. Men sum eg skilti, varð avgjørt, at hon ikki mátti koma við áðrenn Ársmøti. Kortini eri eg vissur í, at tað var ikki blaðstjórin, sum foraði fyri hesum.
Grundin til at eg gjørdi viðmerkingar til fríkirkjuna var, at Trúboðin altíð er skjótur at koma við rættleiðingum tá ið okkurt er áfatt við fólkakirkjuni, og onkur prestur ikki ger blaðstjórnini eftir vild, men ongantíð eitt einasta orð um sveimarí og falslæru í øðrum samkomun og kristiligum bólkum, sum er líka skaðiligt fyri fólk okkara. At blaðið kom við einum objektivum tíðindastubba, um hvat hendir í kirkjum og samkomum kring heimin, eins og Indre Missións Tíðindi vanliga gera, vil ein og hvør meta er náttúrligt, men at fylla málgagnið hjá Heimamissuiónini við talum og myndum frá vígsluni í einari aðrari kirkju, halda mong við mær vera løgið. Her var eitt gott høvi hjá Trúboðanum, at gera viðmerkingar til eina læru, sum vrakar læru og bygna fólkakirkjunnar.
Svar fekk eg so einki uppá, hvat høvuðsstýrið sigur til, at aðalskrivarin, uttan at vera biðin, ber heilsan og góðynskir frá Heimamissiónini til hesa nýggju meinigheit, sum er brotin út úr okkara kirkju vegna tað, at vit ma. hava eina skeiva læru. Eg persónliga hevði mett tað bæði burtur við og óerligt um eg bar teimum nakra heilsan. Men eg hevði heldur ikki væntað nakað svar. Heldur varð hetta snara inn á onnur ting, við at vísa á allar tær ymisku samkomur, sum vóru tilstaðar við heilsanum tá ið Leguhúsið í Nesvík varð vígt. Nú var eg sjálvur tilstaðar tá, men minnist ikki eina einastu samkomu uttanfyri fólkakirkjuna írokna hana í Hoyvík, vera tilstaðar har við nøkrum heilsannum og góðynskjum. Men formaðurin í Heimamissiónini er vist meira sannorðaður enn eg, so tað má vera eg, ið eri gloymskur.
Nú veit eg ikki um hetta verður tikið upp í Trúboðanum, tá ið so torført var, at fáa mítt fyrra innlegg við. Men okkurt lítið horn finnist kanska, og so skal eg í framtíðini ikki taka pláss í blaði tykkara.