Sambært Løgmansskrivstovuni, hevur íslendski forsetin ynskt at vera saman við vanliga fólkinum á vitjanini í Føroyum.
Tí hevur Løgmansskrivstovan lagt vitjanina soleiðis til rættis, at forsetin sleppur kring oyggjarnar, og at hann kemur í samband við vanlig fólk, í staðin fyri bert politikarar og embætismenn.
Hetta sæst millum annað á skránni fyri vitjanina í Klaksvík, har forsetin hevur ynskt, at Brimil skal leggja at við Kósabrúnna, so hann kemur millum fólkið, ið starvast á brúnni og á Kósavirkinum.










