Vil hava íverksetan í fólkaskúlan

Bjarni Djurholm leggur nðu eitt uppskot fyri løgtingið um at kanna, hvussu íverksetan kann gerast partur av undirvísingini frá grunddeildini til og við framhaldsdeildina í fólkaskúlanum.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Bjarni Djurholm, at seinasta mansaldurin er skúlatíðin hjá børnum og ungum alsamt longd, so í dag gongur fjøldin av teimum ungu í skúla til tey eru upp móti 20 ára aldri.

- Krøvini og áhaldandi broytingarnar í samtíðini krevja, at samfelagið tryggjar børnum og ungum holla og viðkomandi undirvísing, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur víðari, at frá lítlum av hava allarflestu íbornan neista av forvitni og váðafýsni. Hesir eginleikar eru eisini teir, sum skulu gera samfelagið fjølbroytt og livandi so hvørt, sum ungdómarnir koma til mans og velja sær lívsleið. Lívsleiðir, sum skulu mynda gerandisdagin við øllum tí margfeldni, sum eigur at treyta eitt samfelag í støðugari menning.

- Vinnuliga margfeldnið í samfelagnum er grundvøllurin undir allari menning og framburði. Tí eigur samfelagið at hjúkla um, menna og stimbra íverksetanarhugin hjá børnum og ungum heilt frá grunddeildini í fólkaskúlanum. Áræði, hugur og evnir treyta allar teir vinnuligu spírar, sum seinni kunnu gerast veruleikar, sum kunnu bera samfelagið framá, sigur Bjarni Djurholm.

Hann heldur tí, at størri atlit eigur at verða tikið til at menna íverksetanarevnini og -tilvitanina í fólkaskúlanum. Í hesum sambandi eigur at verða orðaðar lesiætlanir um íverksetan til øll skúlastigini frá 1. til 10.flokk.

- Tað er valla neyðugt at gera íverksetan til sjálvstøðuga lærugrein, men harafturímóti gera hana til sjálvsagdan part av samlaða lærugreinavalinum í hvørjum einstøkum skúlastigi. Verður rætt fyriskipað, so kann íverksetan gerast størri partur av hugburðinum hjá næmingunum, so teir menna síni íverksetanarevnir samstundis, sum teir eisini fáa betri fatan av teimum mekanismum, sum treyta viðurskiftini millum virðisskapan og nýtsluna í samfelagnum, sigur Bjarni Durholm í viðmerkingunum til uppskotið.