Vil hava váttan um 800 mió í útreiðsluvøkstri

– Høvuðsuppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er at tryggja samlaða haldførið í føroyska búskapinum, millum annað at fara væl um skattaborgarans pening.

 

Tað sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður, í einum grein 52 fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.

 

Løgtingsmaðurin, sum er formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, spyr landsstýriskvinnuna, um hon kann vátta ella avsanna, at samgongan higartil hetta valskeiðið hevur bundið seg til at økja útreiðslurnar til rakstur við oman fyri 800 milliónir krónur.

 

Hann spyr eisini landsstýriskvinnuna, um hon ætlar at fylgja tilmælunum frá formonnunum í váðaráðnum og Búskaparráðnum, ið mæla til at minka um almennu peninganýtsluna.

 

Bárður Nielsen sigur, at Búskaparráðið, og nú eisini formaðurin í nýggja váðaráðnum, ið eisini er stjóri í endurstovnaða Landsbankanum, vísa á, at tað almenna brúkar ov nógvar pengar, nú búskapurin annars hevur viðrák, og privata nýtslan er sera stór.

 

– Tey mæla til, at tað almenna heldur aftur, til tað privata einaferð slakkar av aftur, so tað almenna tá er ført fyri at seta virksemi í gongd.

 

Hann vísir á, at sterkasta amboðið til at tálma sveiggjum í búskapinum er at føra kontraktivan fíggjarpolitikk, tá ið tað rekur við.

 

– Vit hava havt búskaparligt viðrák seinastu góðu fimm árini, og hava vit sjáldan sæð so stóran búskaparvøkstur fleiri ár á rað, sum hesaferð. Hóast privati íløguhugurin er ovurhonds stórur, fara almennu útreiðslurnar spolandi uppeftir.

 

Nú tølini fyri fíggjarlógina 2018, og endaligu tølini fyri 2017, eru komin inn í leiðslukunningarskipanina, kunnu vit gera okkum eina samlaða mynd av, hvussu nógv samgongan hevur økt útreiðslurnar higartil, sigur hann.

 

Niðanfyristandandi talva vísir – sambært Bárði Nielsen – útreiðsluøkingina hjá sitandi samgongu, og tað er hesa tøl, sum løgtingsmaðurin vil hava landsstýriskvinnuna at vátta ella avsanna:

 

Mió. DKK

2015

2016

2017

2018

Bindingar

Íalt

Rakstur

4.234

4.399

4.540

4.659

4.659

 

Pensjónir fluttar til AMEG at gjalda

 

90

90

180

225

 

Fyritíðarpensjónin, skattafrí

 

 

 

25

25

 

Lønarframskriving

 

 

 

75

150

 

 

4.234

4.489

4.630

4.939

5.059

 

Vøkstur, mió.

 

255

141

309

120

825

 

 

6,00%

3,20%

6,80%