Vil hava varskógvaraskipan í høvuðsstaðnum

Tórshavnar kommuna hevur tørv á eini varskógvaraskipan. Tað metir Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, eftir at hon síðstu vikurnar hevur verið í einum kjaki við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.


- Hetta varpar somuleiðis ljós á ta sera óhepnu støðu, ið tykist hava fingið fastatøkur á Vaglinum, nevniliga tað, at starvsfólk ikki tora at tala at, tá valdsharrin hundsar runt við teimum. Fleiri útsagnir eru frá fólki í kommunalufyrisitingini, har tey greitt siga, at tey ikki longur tora at tala at skeivleikum í kommunu fyrisitingini, tí so fær tað fylgjur fyri starv teirra. So tað er uppá høgu tíð, at vit fáa eina skipaða Wistleblower skipan fyri starvsliðið hjá Tórshavnar kommunu, skrivar Marin Katrina Frýdal í lesarabrævi í dag.


Orðadrátturin millum Marin Katrinu Frýdal og Heðin Mortensen byrjaði hesaferð við einum kjaki um hvør kundi átaka sær part av æruni fyri brúnna um Sandá, men menti seg so líðandi til ein orðadrátt um gomlu skjalagoymsluna hjá Argja kommunu, har Marin Katrina Frýdal legði borgarstjóran undir at hava beint fyri henni.


Tí uppáhaldinum afturvísti borgarstjórin, ið samstundis kravdi, at býráðslimurin hjá Tjóðveldinum kom við eini umbering til starvsfólkini fyri ákæruna. Marin Katrina Frýdal heldur tó fast upp á sína søgu, tó at hon leggur dent á, at tað er borgarstjórin og ikki starvsfólkini, ið hava beint fyri skjølunum.


Til ber at lesa seinasta lesarabrævi hjá Marin Katrinu Frýdal her.