Vil hava ungt fólk at taka við

Tá ið Ingeborg Vinther seinni í dag leggur frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag eftir at hava sitið í sessinum í næstan 31 ár, vónar hon, at tað verður eitt fólk úr tí yngra ættarliðnum, sum tekur við. - Tá ið eg varð forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, var tað eitt ættarliðsskifti, sigur hon.

Og dylir ikki fyri, at tað eisini verður talan um eitt ættarliðsskifti, tá ið nýggjur formaður verður valdur í dag, so at felagið fær ein formann, sum kann føra felagið inn í framtíðina.

Hinvegin staðfestir hon, at hon hevur onga hóming av, hvør fer at verða valdur til formann í felagnum, tí uppskot til nýggjan formann verða ikki sett fram fyrrenn á sjálvum fundinum.

Og hon staðfestir eisini, at nýggi formaðurin fær úr at gera, tí tað er meiri enn nokk at takast við.

Eitt stórmál, sum nýggi formaðurin fær at stríðast við, er nýggja pensjónsskipanin, sum ætlanin er at seta í verk, men sum fer at vera verri fyri verkafólki eftir hennara tykki.

Myndina tók Álvur Haraldsen á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í morgun