Vil hava Tommy Franks fyri krígsbrotsmannadómstólin

Ein belgiskur sakførari fyrireikar sakarmál ímóti amerikanska generalinum Tommy Franks, sum verður skuldsettur fyri brot á fólkarættin.

Belgiski sakførarin er farin undir málið vegna 19 irakar, sum vilja vera við, at amerikansku hermenninir framdu krígsbrotsverk undir krígnum í Irak. Tommy Franks, generalur hevði ovastu leiðsluna av hermonnunum.

-Talan er um eitt serligt mál við serligum próvtilfari, og eg dugi ikki at síggja, at teir kunnu vísa tí frá sær, sigur belgiski sakførarin Jan Fermon. Tann 13. mai skal hann leggja málið fyri rættin.

Sambært sakføraranum eru tað belgiskir læknar, sum arbeiða í Bagdad, sum hava savnað próvtilfarið, og eftir tí hava amerikansku hermenninir brotið lógina í seytjan førum. Millum annað hava læknarnir myndir og annað, sum sigst vísa, at amerikanararnir søktu at sjúkrabilum í Bagdad, og at teir skutu eftir óvápnaðum sivilfólki.

Sambært belgisku krígsbrotsmannalógini kann dómsvaldið revsa útlendskar ríkisborgarar, verða teir funnir sekir í at hava framt krígsbrotsverk í einum øðrum landi.

Amerikanska stjórnin er í øðini um ákærurnar, og at málið kemur fyri rættin í Belgia. Uttanríkisráðið í Washington hevur biðið belgisku stjórnina forða fyri, at krígsbrotsmannalógin verður nýtt sum eitt politiskt amboð, sum amerikanarar orða tað. Sambært BBC skal amerikanska stjórnin hava hótt við diplomatiskum tiltøkum, kemur málið ímóti generalinum fyri rættin.

Men tað ræðir ikki Jan Fermon, sakførara.

-Hava amerikanarar einki at dylja, eigur tað eisini at hava teirra áhuga, at málið fær eina óhefta viðgerð og hví ikki í Belgia? Ella hava teir okkurt, sum teir vilja dylja og tí royna at hótta Belgia, sigur Jan Fermon.