Tollfrí søla á flogvøllinum í Vágum hevur við sær størri umsetning og nýggj arbeiðspláss.
Hetta heldur Jákup Sverri Kass, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sum á tingfundinum í dag fer at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, og Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, fyrispurning um útlitini fyri tollfríari sølu á flogvøllinum.
Jákup Sverri Kass vísir á, at sølan av tollfríum vørum hjá londunum uttan fyri ES er vaksin munandi síðani londini innan ES fyri skjótt tveimum árum síðani góvust at selja tollfríar vørur.
Sum dømi nevnir hann, at umsetningurin av tollfríum vørum á flogvøllinum í Noreg, sum er uttan fyri ES, er fleirfaldaður, somuleiðis sum fleiri arbeiðspláss eru komin á staðnum.
Má byggjast út
Jákup Sverri Kass ásannar, at flogvøllurin í Vágum má byggjast út, skal tað bera til at hava tollfría sølu. Tí spyr hann landsstýrismannin í Vinnumálum, um tað verður arbeitt við uppfylla fysisku karmarnar og nær tað kann væntast, at høli eru klár.
Harafturar spyr Jákup Sverri Kass Bjarna Djurholm, hvørjar arbeiðsmaknaðarligar vansar og fyrimunir landstýrismaðurin í
vinnumálum sær í, at farið verður undir eina tílíka sølu.
Til seinast vil Jákup Sverri Kass hava at vita, um fullveldissamráðingarnar eru nøkur forðing fyri, at farast kann undir at selja tollfríar vørur á flogvøllinum.
Má broyta tollógina
Tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum stílar eisini tríggjar spurningar um sama mál til landsstýrismannin í Fíggjarmálum, Karsten Hansen.
Jákup Sverri Kass vil hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um arbeitt verður við at tillaga tolllógina soleiðis, at fólk kunnu keypa tollfríar vørur á flogvøllinum. Harafturat vil tingmaðurin hava at vita, nær hesir karmar verða til staðar.
At enda spyr Jákup Sverri Kass landsstýrismannin í fíggjarmálum, hvørjar landsbúskaparligar vansar og fyrimunir hann sær í, at farið verður undir tollfría sølu í Vágum.
Jákup Sverri Kass roknar við, at tollfrí søla á flogvøllinum í Vágum fer at hava við sær, at sølan umborð á flogførunum minkar.
Men hetta, heldur hann, verður uppvigað av, at fólk fara at leggja meira pening eftir sær á flogvøllinum.










