Vil hava tølini fram um deyðsføll og avleiðingarnar av koppseting

Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal nú svara 14 spurningum um deyðsføll við koronu og um avleiðingar av koppseting

Alla hesa tíðina, korona hevur gingið, hevur nógv verið sagt og skrivað um koppseting og deðsføll í hesum sambandi. Og nú vil Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í  heilsumálum, at leggja nøkur tøl á borðið um deyðsføll og koppseting.

 

Hann vísir á, at øll tøl í samband við koronu vekja stóran ans í føroyska samfelagnum. Bæði tal á smittaðum, innløgdum, fólki í sóttarhaldi, deyðum við koronu, og tal á koppsettum, eru nøkur av tølunum, sum koma fram hvønn dag.  Kortini undranr tað hann, at tað ikki koma nøkur tøl fram um avleiðingarnar av koppseting og um munin á teimum, sum eru koppsett og teimum, sum ikki eru koppsett.

 

Hann vísir á, at ymiskir myndugleikar hava boðað frá, at koppsetingin verjir væl, men hann saknar, at tøl fyri, hvat hendan niðurstøðan byggir á, tí tað hevði skapt størri álit ímillum myndugleikan og borgaran. Tí skal landsstýrismaðurin nú svara hesum 14 spurningunum um koronu, og tað skal hann gera í seinasta lagi út ímóti hálvan desember.

 

Teir 14 spurningarnir eru:

 

1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?

 

2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?

 

3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting?

 

4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?

 

5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?

 

6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?

 

7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?

 

8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

 

9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

 

10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

 

11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

 

12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?

 

13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum?

 

14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?