Vil hava skattin í Havn at lækka

Ein limur í samgonguni í Tórshavnar Býráð er ikki samdur við restini av samgonguni

Skatturin í Havn skal lækkast næsta ár.

Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.

Hann er við í samgonguni í Tórshavnar Býráð, men hann er ikki samdur við restini av samgonguni, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er løgd fram.

 

Eftir fíggjarætlanini skal kommunuskatturin í Havn verða 20,25 prosent næsta ár, og tað er tað sama sum í ár.

Men Annfinn Brekkstein vil hava skattin at lækka.

- Eg vil hava, at skatturin í Havn lækkar 0,25 prosent næsta ár, niður í 20 prosent, sigur hann.

Hann sigur, at hann hevur boðað samgonguni frá, at hann vil hava skattin at lækka, tí hetta er ein lækking, sum fer at koma øllum borgarunum til góðar.

Áður hevur býráðið hækka barnafrádráttin upp í 8.000 krónur um árið fyri hvørt barnið.

Men Annfinn Brekkstein sigur, at verður skatturin lækkaður, fer tað at koma øllum borgarunum til góðar, eisini teimum, sum eingi børn hava.

 

Skal skattaprosentið í Havn lækkast 0,25 prosent, fer tað at kosta kommununi átta milliónir krónur.

Men Annfinn Brekkstein heldur, at tað letur seg væl gera at at lækka skattaprosentið kortini, hóast kommunan skal yvirtaka eldraøkið næsta ár, uttan at hava fult yvirlit yvir, hvat tað fer at kosta og hóast kommunan hevur útbyggingar fyri hundraðtals milliónir á skráni við brúgv um Sandá, nýggjum risaskúla í Vesturbýnum, nýggjum musikkskúla, ítróttarhøll í Gundadali og annað.

 

Les eisini: Tað er fullkomiliga hol í høvdið 

 

Hann staðfestir, at kommunan væntar hægri inntøkur næsta og og meginparturin av teimum átta milliónunum skal finnast har.

Annars hevur hann víst samgonguni á nøkur viðurskifti, sum kunnu broytast fyri at fíggja skattalættan, men hvat tað er, vil hann ikki siga alment.