Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil hava ósemjuna um nýggja vaktarskipið, Brimil, loysta nú.
Samstundis vil hann hava støðuna gjørda upp í samráðingunum ímillum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið.
Hann fer tí nú at spyrja Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tað yvirhøvur ber til at fáa eina samráðingarloysn á ósemjuni um Brimil.
? Nú hava Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini samráðst so leingi, at nú eigur tað at bera til at staðfesta, um tað ber til at koma longur við samráðingum ella ikki.
Jørgen Niclasen vísir á, at tað er rættiliga langt ímillum samráðingarfundirnar og at nú hevur onki samband verið ímillum partarnar síðani nakað væl fyri jól. Hetta týðir ikki uppá tann stóra samráðingarviljan.
Tað eru ymsir møguleikar royndir, eitt nú at gera manningina til tænastumenn og at fáa semingsmann uppí.
?Úrslitið av hesum royndunum benda ikki á, at tað ber til at fáa eina samráðingarloysn, sigur Jørgen Niclasen
Tveir møguleikar eftir
Hann sigur, at sostatt tykist tað, sum um at tað bara eru tveir møguleikar eftir.
Annars møguleikin er at bíða, men tað er fiskimaálráðharrin ikki sinnaður til.
Hin møguleikin er at taka málið upp politiskt og at loysa tað onkusvegna tann vegin.
Í øllum førum eiga vit at gera støðuna upp nú. Ber tað til at fáa eina samráðingarloysn, so eiga partarnir at fáa hana. Men ber tað ikki til, eigur tað at verða staðfest nú, so at vit koma víðari og fáa loyst málið aðrar vegir.
Jørgen Niclasen sigur, at tað eru ymsir møguleikar at loysa málið politiskt.
Ein møguleiki er at gera eitt sáttmálauppskot, har lønin hjá manningini er ásett, og leggja tað fyri tingið. Ein annar møguleiki er at leggja eitt uppskot fyri tingið um at gera manningina til tænastumenn. Ein triði møguleiki er at bjóða Brimil út til eitt privat felag at reka, so at landsstýrið kann keypa vaktar- og bjargingartænastu frá tí felagnum.
? Men hvør loysnin verður, má sjálvsagt viðgerast politiskt, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at tað hevur týdning at Brimil kemur í sigling nú.
? Várróðurin stendur fyri framman og eg hevði følt meg nógv tryggari um vit hava tvey skip, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.