Vil hava semju um Kringvarpið

Tað sømir seg ikki, at Kringvarpið javnan og savnan skal vera til umrøðu í Løgtinginum, heldur tingmaður

Vit eiga at seta eina nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki at finna eina politiska semju um, hvussu Kringvarpið skal skipast fram eftir.

 

Tað heldur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

 

Støðan í Kringvarpinum er javnan til umrøðu í Løgtinginum, og tað var var hon eisini nú ein dagin, eitt uppskot um at skilja Kringvarpið sundir aftur í tvey, var til viðgerar. Tað er Jógvan á Lakjununi, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur lagt uppskot fram um at Sjónvarpið og Útvarpið skulu hava hvør sína tíðindadeild. Endamálið er at fáa meiri kapping og størri fjølbroytni í tíðindini og sendingar hjá Kringvarpinum.

 

Pauli Trónd Petersen heldur ikki, at tað er serliga virðiligt, at Kringvarpið javnan og savnan skal vera til umrøðu í Løgtinginum. Og tí mælir hann Løgtinginum til at finna eina politiska semju, sum kann halda í fleiri ár, um hvussu Kringvarpið skal skipast. Hann vísir á, at í okkara grannalondum hevur tað borið til hjá politikarum at gera langtíðarsemjur um, hvussu miðlarnir skulu skipast.

 

Hann mælir til, at ein nevnd verður sett við einum umboði úr hvørjum flokki at finna eina politiska semju ímillum allar flokkar fyri at fáa eina støðuga og varandi skipan.

 

Annars ivast hann eisini í um tað yvirhøvur ber til hjá Kringvarpinum at hava tvær óheftar tíðindadeildir undir sama taki. Tí spyr hann um tað ikki er ein møguleiki at stovna eitt heilt annað kringvarp, sum verður púra óheft av Kringvarpi Føroya.

 

Jógvan á Lakjuni tekur undir við at roynt verður at finna eina semju ímillum allar flokkarnar. Hann vísir á, at tað vóru fýra teir stóru flokkarnir, sum stóðu aftan fyri núverandi lóg um Kringvarpið.