Stendur tað til Roman Abramovich, verða bæði Christiano Ronaldo og Gonzalo Higuaín at síggja á einum nýggjum Chelsea-liði komandi kappingarár.
Enska blaðið, Daily Telegraph skrivar, at russiski milliardingurin ætlar at bjóða 100 milliónir evrur (750 milliónir krónur) fyri teir báðar áleypararnar.
Alternativt er Abramovich til reiðar at bjóða 70 milliónir evrur fyri Napoli-leikararnar, Edison Cavani og Ezequiel Lavezzi.
Hesar ætlanir eru á byrjunarstøði, skrivar blaðið, og einki samband hevur veriuð partanna millum. Men Chelsea raðfestir eitt nýtt álop ovarliga, eftirsum roknað verður við, at Didier Drogba, Salomon Kalou og Florent Malouda og møguliga enntá Daniel Sturridge eisini ikki verða at síggja á Stamford Bridge eftir summarsteðgin.
Hesar ætlanir eru tó tengdar at, hvønn Abramovich megnar at fáa sum nýggjan venjara. Tað sær framvegis ógvuliga ivasamt út við Pep Guardiola, og nógv kemur eisini ann upp á, um felagið megnar at kvalifisera seg til Champions League komandi.
Undir øllum umstøðum er Roman Abramovich til reiðar at brúka nógvan pening fyri at gera Chelsea meira kappingarført aftur.
Tann nú koyrdi André Villas-Boas hevði eitt annað áleypspar í huganum. Hann hevði samráðst seg fram til 40 milliónir evrur fyri Hulk (og ikki tær 100, sum standa í sáttmálanum), umframt at hann vildi hava Radamel Falcao frá Atletico Madrid.
Tað kann gerast neyðugt hjá Chelsea at vinna Champions League í ár fyri at tryggja sær luttøku í fínastu kappingini komandi ár.