Danski flokkurin Vinstri heldur, at Fólkatingið eigur at hava eitt árligt orðaskifti um ríkisfelagsskapin, og á tingfundi í dag fer flokkurin at koma við uppskotinum.
-Vit viðgera ofta ríkisfelagsskapin, tá onkrir trupulleikar stinga seg upp, men vit hava ikki nakað orðaskifti, sum varpar ljós ríkisfelagsskapin burturav. Tað halda vit, at Fólkatingið eigur at hava, sigur Gitte Lillelund Bech, sum er framsøgufólk hjá Vinstra í grønlendskum viðurskiftum.
Hon sigur, at hóast ábyrgdarspurningurin í ríkisfelagsskapinum er greiður, so er framvegis nógv at kjakast um.
-Føroyar og Grønland gerast støðugt meiri sjálvstøðug. Men so leingi vit hava ríkisfelagsskapin, og grundlógin sigur, at Danmark hevur ábyrgdina av uttanríkis- og trygdarpolitikkinum, so skulu vit skifta orð um tað, sum knýtir okkum saman, sigur Gitte Lillelund Bech við danska kringvarpið.
Grønlendska fólkatingskvinnan Sara Olsvig, sum er úr flokkinum IA, tekur undir við uppskotinum um eitt árligt orðaskifti um ríkisfelagsskapin. Hon ávarar tó um, at hetta má ikki blíva eitt kjak um innihaldið í teirri grønlendsku sjálvstýrislógini. Men tað er heldur ikki ætlanin, sigur Gitte Lillelund Bech.
-Orðaskiftið skal snúgva seg um ríkisfelagsskapin sum heild, ikki um ta grønlendsku undirgrundina, sigur hon við DR.