Vil hava rørslutarnað við í Tórshavn Maraton

Henrik Kølleskov luttók í Team Tvilling í Copenhagen Marathon. Nú vil hann, at Tórshavn Maraton hevur sama tilboð.

Í Copenhagen Marathon skipa tey soleiðis fyri, at øll kunnu luttaka, Eisini tey, sum eru fullkomiliga rørslutarnað. Tiltakið “Team Tvilling” finnur nevnliga onkrar rennarar, sum kunnu renna við koyristólum.

 

Henrik Kølleskov, sum býr í Føroyum, er ein undangongumaður innan nógv øki, skrivar fif.fo

- Hann er ein av okkara ídnu lendisrennarum, og vit kenna hann eisini frá “renn og rusk” ella trail-skrald, har hann ruddar upp í náttúruni, samstundis sum hann fær sína rennivenjing, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar.

 

- Nú gjørdist hann so fyrsti føroyingur, sum rennur við Team Tvilling. Og so løgið skuldi tað verða, at hann – vegna avboð – kom at koyra við føroysku Beintu Laksafoss. Henrik Kølleskov trýsti stólin hjá Beintu allar 42 kilometrarnar. Nú ætlar hann, at Tórshavn Marathon eisini skal bjóða hesa tænastu, skrivar fif.fo.