Tey flestu hava longu gjørt sær greitt, at Dmitrij Medvedev verður forseti í Russlandi aftan á valið næsta ár, tí Vladimir Putin hevur sagt, at hann styðjar Medvedev, sum hann hevur kent í 17 ár.
Í gjár segði var Dmitrij Medvedev í russiska sjónvarpinum, og tá hann bleiv spurdur, hvønn leiklut hann heldur, at sitandi forsetin eigur at fáa aftan á valið, svaraði Medvedev, at hann fer at skjóta upp, at Putin verður forsætisráðharri, tá hann fer úr forsetaembætinum.
Spurdur, hví hann er tilnevndur forsetavalevni, svaraði Dmitrij Medvedev, at tað er gjørt, fyri at politikkurin hjá verandi forsetanum kann halda fram.