Vil hava privatar føðistovur

Tingkvinna vilja hava privatar føðistovur í Suðuroynni og í Norðoyggjum.

- Tað átti ikki at verið nøkur faklig forðing fyri at givið eitt privat tilboð til barnakonur. Tað kundu til dømis verið gjørdar privatar føðistovur í Suðri og Norðoyggjum soleiðis, at barnakonur kunnu velja møguleikan at eiga í teirra egna umhvørvi. Tað skrivar Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinna, í §52 til Sirið Stenberg í dag.

 


- Fyri nøkrum árum síðan vórðu føðistovurnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi niðurlagdar og allar barnakonur í Føroyum skulu nú á Landssjúkrahúsið at eiga. Tað eru mong, sum ikki eru so fegin um hesa skipan, eitt nú tí barnakonur mugu fara til Havnar í góðari tíð, áðrenn tær skulu eiga, skrivar hon.

 


Sum nú er mugu barnakonur, ið vilja eiga á eini privatari føðistovu, gjalda sjálvar. Tingkvinnan heldur tó tað er ivasamt, hvussu nógvar barnakonur vilja gjalda fyri hetta, og um tær eru førar fyri tí. Tí heldur hon tað er umráðandi at kannað, um Heilsutrygd kundi goldið hesar útreiðslur.

 

- Upphæddin, sum almenna sjúkrahúsverkið nýtir til hvørja barnakonu, kundi verið útgoldin til ta privatu føðistovuna fyri tær barnakonur, ið eiga har, sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. 

 

 

Tí spyrja hon Sirið Stenberg í dag, um hon sum landsstýriskvinna hevur ætlanir um at gera eina skipan soleiðis, at ljósmøður kunnu seta á stovn privatar føðistovur. Um Sirið Stenberg hevur ætlanir um at gera neyðugar lógarbroytingar at tryggja privatum føðistovum fígging til raksturin, til dømis við at peningurin fylgir barnakonuni og at enda siga tey, at um Sirið Stenberg ikki kann veita trygd fyri, at privatar føðistovur kunnu fáa stuðul til raksturin, um hon so hevur ætlanir um at lata føðideildirnar í Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsið uppaftur.