Jenis av Rana, løgitngsmaður, vil hava at vita, hvat ein fosturtøka kostar. Tí hevur hann sett John Johannessen, landsstýrismanni í heilsumálum hendan spurning:
- Hvussu nógv kostar ein fosturtøka í krónum og oyrum?
Løgtingsmaðurin vil hava at vita, hvussu stórar tær útreiðslur eru, sum føroyska heilsuverkið hevur havt av fosturtøkum seinastu 30 árini?
- Øll kenna vit ultimativa og ómetandi høga prísin fyri eina fosturtøku, at fostrið má lata lív. Flestu munnu eisini vita tann ræðuliga prísin, flestu kvinnurnar gjalda, onkur til likams, aðrar til sálar. - Hesin fyrispurningurin snýr seg hinvegin um tann peningaliga kostnaðin føroyska heilsuverkið rindar fyri hesi ómennaskjaligu og óneyðiugu inntriv. Peningur, sum betur hevði komið øðrum økjum í heilsuverkinum til gagns, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.