Vil hava politikararnar at fara í arbeiðshandskarnar

Virði fyri millióna upphæddir fara fyri skeyti, tí at vit ikki fiska háv, sigur Egil Olsen á Livravirkinum á Eiði

Fiskatilfeingi
 
Politikararnar eiga nú at fara í arbeiðshandskarnar og gera tað, sum er neyðugt, fyri at gongd á beinleiðis fiskiskap eftir hávi.
Tað heldur Egil Olsen, stjóri í Faroe Marine Biotech.
Hann sigur, at av tí at vit ikki fiska háv, fara virði fyri milliónir fyri skeyti.
Og hann heldur tískil, at tað er óskiljandi, at politikararnir ikki gera nakað við hetta.
Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen úr tjóðveldisflokkinum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at skip og bátar skulu hava skyldu til at taka livur og tað er hetta, sum gevur Egil Olsen høvi til at siga sína hugsan um málið, og tað hevur hann gjørt fyri vinnunevndini hjá løgtinginum.
Í blaðnum í gjár vísti Egil Olsen á, at hann tók undir við, at skip og bátar fingu skyldu at taka livur og hann mælti til, at tey, sum ikki gjørdu tað, skuldu missa  fiskidagar.
Men hann heldur eisini, at vit eiga at gera, tað, vit kunnu, fyri at fáa gagnnýtt okkara fiskatilfeingi til fulnar og í hesum sambandi fýlist hann á, at politiski myndurgleikin onki ger fyri at fáa gongd á fiskiskapin eftir hávi.
Hann sigur, at bæði í fjør og í ár hevur vinnunevndin hjá Løgtinginum mælt Landstýrismanninum í fiskivinnumálum til at fáa í gongd veruligan fiskiskap eftir hávi. 
- Higartil hevur einki úrslit spurst burturúr, sjálvt um fleiri umsóknir liggja í FIskimálaráðnum um loyvi til at fara undir beinleiðis fiskiskap eftir hávi.
Hann sigur, at Fiskimálaráðið førir fram, at lógin forðar fyri hesum, men at tað hinvegin onki er í vegin fyri, at línuskipini fiska háv.
- Táið politiski viljin er at fáa í gongd veiðu eftir hávi, skuldi tað verið sjálvsagt at gjørt tær neyðugu lógarbroytingarnar, sum tóku forðingarnar burtur, sigur Egil Olsen.
Hann evur ikki nógv fyri grundgevingina hjá Fiskimálaráðnum um, at línuskipini kunnu fiska háv.
- Veruleikin er at einki línuskip hevur verið á beinleiðis hávaveiðu í eini tíggju ár og tað er ein veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til, sigur stjórin í Faroe Marine Biotech.
- At flyta veiðiorku frá troyttum stovnum til fiskiskap eftir hávi, sum als ikki er troyttur, átti at verið skilagóður politikkur. Eitt skip í beinleiðis veiði eftir hávi og sum fiskar 1500 tons um árið, hevði kunnað avreitt eini 4-500 tons av livur fyri einar fýra milliónir krónur. Harumframt kemur virðið á sjálvum hávinum.
- Tað er tí óskiljandi, at einki verður gjørt við hetta politiskt, sigur Egil Olsen.
- Vit fara tí staðiliga at heita á politiska myndugleikan at fara í arbeiðshandskarnar og gera tað, sum er neyðugt  fyri at fáa gongd á beinleiðis fiskiskap eftir hávi, leggur hann afturat.
 
 
 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$