Vil hava pávan upp í Falklands-stríðið

Forsetin í Argentina, Cristina Kirchner, bað í dag Frans páva um hjálp til at loysa ósemjuna millum Argentina og Bretland um Falklandsoyggjarnar.

Pávin er argentini, og tí var tað ikki annað enn rímiligt, at Cristina Kirchner var tann fyrsti altjóða leiðarin, sum fekk høvi at vitja pávan í Vatikaninum.

Aftan á vitjanina segði forsetin við tíðindafólk, at hon hevði biðið pávan virka fyri samskifti millum Argentina og Bretland um Falklandsoyggjarnar. Hon vísti á, at Jóhannes Páll pávi Annar var semingsmaður í einum líknandi stríði millum Argentina og Kili.

Í London hava politikararnir ikki gloymt, at fyri einum ári síðani segði táverandi erkabiskupurin í Buenos Aires, at Bretland hevði rænt Falklandsoyggjarnar frá Argentina. Nú erkabiskupurin er vorðin pávi, hevur David Cameron, forsætisráðharri, sagt, at í spurninginum um Falklandsoyggjarnar mistók tann núverandi pávin seg.