ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, vil hava allar stríðandi partar kring heimin at leggja vápnini og at binda frið, meðan teir olympisku vetrarleikirnir verða hildnir í Vancouver í Kanada tær næstu vikurnar.
Aðalskrivarin sigur, at tað politiska umhvørvið eigur at lata seg ávirka av teirri olympisku hugsjónini, og at ein olympisk vápnahvíld skal geva fólki vónir um frið.
Hugskotið um olympiska vápnahvíld er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men er líka gamalt sum teir olympisku leikirnir, og síðani 1992 hevur ST mælt til frið í sambandi við Teir Olympisku Leikirnar.
Vetrarleikirnir í Vancouver byrja um vikuskiftið.