Vil hava ogn Føroya fólks við

Hóast nýskipanarnevndin ikki heldur tað er neyðugt at hava orðingina við í lógini um vinnuligan fiskiskap , so heldur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum nakað annað

Í álitinum frá nýskipanarbólkinum, sum skuldi gera eitt tilmæli um framtíðar fiskivinnuskipanina, verður hugtakið " Ogn Føroya fólks" viðgjørt.

 

Nýskipanarbólkur sigur, at tað  als ikki hevur nakran rættsligan týdning um tað stendur í lógini ella ikki, men staðfestir kortini, at hetta eigur at nevnast væl og virðiliga í viðmerkingunum til lógina.

 

 

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, er í hesum máli heilt ósamdur við nevndina. Hann heldur, at hetta skal standa í  lógini, so ongi mistøk verða av hesum. Hann heldur, at tað eisini er avgerandi við júst orðingini "ogn Føroya fólks" og ikki nakað annað, tí hetta staðfestir, at vit eiga øll virðini og so lata summi sleppa at fiska tey.