Vil hava norðmenn og íslendingar upp í ES

Franz Fischler, ES landbúnaðar og fiskivinnu kommisserur, vil hava Noreg og Ísland sum limir í ES - og meinar at fiskivinnu politikkur ikki nýtist at vera nøkur størri forðing

Í sambandi við at tíggju eystur- og miðeuropeisk lond í mai gerast nýggir limir í ES, dylir landbúnaðar og fiskivinnu kommisserurin í Brüssel, Franz Fischler, ikki fyri sínum vónum um at ES eisini veksur vestureftir, umframt at eisini fáa tað miðeurpeiska Sveits við í limaskaran.
»Eg haldi tað hevði verið flott við einari víðkan, ikki bert eystureftir, men eisini vestureftir,« segði Fischler við norska IntraFish.
»Vit hava longu traditión fyri samstarvi við Ísland og Noreg hvat viðvíkur umsiting av felags fiskastovnum,« legði ES kommisserurin afturat.
Meðan hann viðgekk at fiskivinnan í Noreg og Íslandi aftrar seg við at taka fiskivinnu politikkin hjá ES til sín, so heldur hann kortini at hetta ikki er nøkur óyvirkomilig forðing.
»Eftir mínum tykki er tað (?) nógvar orsøkir til at tey ikki eru limir. Tað verður ov einfalt at siga at fiskivinnan er orsøkin. Ein skal heldur ikki gloyma at norðmenn sjálvir nýskipa sín egna fiskivinnu politikk og innføra strangari til-tøk fyri at varðveita stovnarnar. So eg dugi ikki at síggja at hetta skal vera nakað størri hindur í framtíðar samráðingum við Noreg.«
Hóast fiskivinnu samráðingarnar í fjør millum Noreg og ES stóðu fastar í fleiri vikur, so sær Fischler sambært IntraFish heldur ikki hetta sum tekin um vaksandi ósemju um hvussu stovnarnir skulu umsitast. Hann meinti at tað er ein spurningur um at báðir partar skulu hava tíð til at finna sínar positiónir.
»Tað er greitt at báðir partar mugu síggja um síni egnu áhugamál, og tryggja at hesi hava størst møguliga pláss í einari endaligari avtalu. Viðhvørt tekur tað bara longri tíð. Eg haldi at vit at enda koma fram til eina góða semju? Vit skulu minnast til at hetta er ikki nøkur gøta fyri einvegis ferðslu; norðmenn sleppa at fiska í okkara farvatni, júst sum vit sleppa at fiska í teirra. Spurningurin er altíð: Hava vit javnvág millum kvoturnar vit geva og kvoturnar vit fáa?«
Einki varð nevnt um Føroyar; hinvegin varð Ísland, hóast tummilin hjá kommisserinum í tí sambandinum peikaði nakað niðari enn hann gjørdi fyri Noreg, umtalað sum eitt møguligt framtíðar ES limaland.
»Við Íslandi eru kanska fleiri ósemjupunkt. Vit hava trupulleikar við at teir aftur eru farnir undir hvalaveiði. Vit koma framvegis at vera ímóti henni. Harafturat hava teir opinbert eina heilt aðra skipan fyri umsiting av fiskivinnuni. Trupulleikin er hvussu vit kunnu viðgera munirnar í okkara skipanum. Tað hevði verið ómøguligt fyri ES at gjørt broytingar, og intro-dusera ta íslendsku skip-anina, bara fyri at fáa Ísland at koma upp í ES. So teir mugu broyta sína skipan. Men styrkin hjá Samveldinum er flexibiliteturin. Vit eiga at vera flexibul og kanna hvussu vit kunnu møta teirra serligu krøvum. Tað er soleiðis skipanin eigur at vera.«