Vil hava nevnd at viðgerða skatt og inntøkur

- Ein tvørpolitisk nevnd skal setast at viðgera eina nýggja skattaskipan og, hvussu tað samstundis ber til at útvega landskassanum fleiri inntøkur.

Tað skjýtur Kristina Háfoss, sum er talsfólk hjá Tjóðveldi, nú Løgtingið viðgerð ætlanina um at seta flatskatt í gildi og at skatta pensjónir við inngjald.

Hon vísti á, at skattaskipanin er ein so mikið grundleggjandi partur av gerandisdegnum hjá hvørjum einasta føroyingi og av okkara vælferðarskipan, at hon eigur ikki at verða broytt í tíð og ótíð.

Tí heldur hon, at tað er neyðugt at tá ið skattaskipanin verður broytt, eigur tað at verða í so stórari semju í

Løgtinginum sum gjørligt, so at sum flest kenna seg aftur í broytingunum.

Samstundis er Kristina Háfoss púra samd í, at skattatrýstið á lønarinntøkur er ov høgt.

Tí heitir hon nú á landsstýrið um at útseta ætlanina um at seta skipanina við flatskatti í verk og at skatta pensjónir við inngjald.

Ístaðin mælir hon til at ein tvørpolitisk nevnd verður sett at viðgerða eina framtíðar skattaskipan fyri Føroyar.

Hetta skal vera ein nevnd, sum skal umleggja skattaskipanina, so at skatturin á lønarinntøkur lækkar.

Men nevndin má sostatt eisini viðgera spurningin um, hvussu landskassin so kann útvega fleiri inntøkur ístaðin fyri tað, hann missur í inntøkuskatti.