Vil hava nólsoyingar trygt um fjørðin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, krevur trygd fyri, at landsins lógir verða hildnar. Tað merkir, at støðugur og tryggur flutningur skal vera um Nólsoyarfjørð – hvønn dag, sigur Heðin Mortensen.

- Fyri fýra árum síðan vóru vit á fundi í Nólsoy, har umboð fyri landsstýrið greiddu frá, at ein miljón var avsett til prosjektering av nýggjum nólsoyarskipi. Tá var upplýst, at útbjóðingartilfarið skuldi verða klárt til jóla í 2007. Hevði tann tíðarætlanin hildið, so høvdu nólsoyingar havt nýtt skip á sumri ella heysti í 2009.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum nú krevur, at støðugur og tryggur flutningur skal vera um Nólsoyarfjørð.

Hann vísir á, at síðani fundin fyri fýra árum síðan hava nólsoyingar runnið gjøgnum trappur, stigar og leytarar á ymsum skipum, sum bara fullfør fólk hava dittað sær at ferðast við. Børn, eldri, fólk við barnavogni og fólk í rullustóli hava havt stórar trupulleikar – vit hava enntá upplivað, at fólk eru hivað umborð við krana! Heilt galið hevur eisini verið við farmi.

- Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tryggja hesa farleið. Vit hava t. d. gjørt nýggja ferjulegu og fasilitetir. Men vertin leggja SL og vinnumálaráðharrin í, tí lappaloysnin Ternan verður tikin frá nólsoyingum, hvørjaferð okkurt er galið aðrastaðni. Vit skulu hava 70 nólsoyingar til arbeiðis í Havnini hvønn morgun og útaftur um kvøldið. Børn, gomul og sjúk skulu eisini flytast trygt hvønn dag. Tí er tað eitt krav frá okkum, at tryggur flutningur verður tryggjaður teimum, sigur borgarstjórin.

Hann vísir eisini á, at landið hevur enntá sambært løgtingslóg ábyrgd av hesum sambandi, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er trygt samband til Nólsoyar eisini partur av samtykta útoyggjapolitikkinum.

- Her nyttar onki hjá politikkarum ella flokkum at koma við gyltum lyftum, tí tá løgtingið ikki klárar at uppfylla eitt so lítið lyfti sum hetta, so er púra galið. Vit tosa ikki um ein undirsjóvartunnil í miljardaflokki ella nakra dýra loysn, vit krevja bara, at SL og landsstýrismaðurin í vinnumálum halda tær lógir, sum løgtingið hevur samtykt. Tórshavnar kommuna hevur gjørt sín part. Nú krevja vit trygd fyri, at landsins lógir verða hildnar. Tað merkir, at støðugur og tryggur flutningur skal vera um Nólsoyarfjørð – hvønn dag, sigur Heðin Mortensen.