Edmund Joensen, fólkatingsmaður hevur nú heitt á donsku stjórnina um at útvega honum upplýsingar um føroyska loftrúmið.
Hann vísir á, at Løgtingið hevur akkurát samtykt eitt uppskot frá Framsókn um at landsstýrið skal taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
Men Edmund Joensen heldur ikki, at kunnleikin um hetta mál er nóg góður og tí hevur hann nú spurt danska flutningsmálaráðharran, Henrik Dam Kristensen, hvussu føroyskt loftrúm verður umsitið.
Í hesum sambandi hevur Edmund Joensen spurt lutningsmálaráðharran,
hvussu mong flogfør flúgva í føroyskum loftrúmi, hvørji gjøld verðaa ásett, hvørjar inntøkur og útreiðslur eru tengdar at umsitingini, og hvussu mong arbeiðspláss eru knýtt at loftrúmsumsitingini.
- Talan er um eitt víðfevnt mál, ið má viðgerast við varni og umhugsni, sigur Edmund Joensen.