- Løgtingið eigur at rætta eitt mistak, áðrenn óneyðugar vanlukkur raka pensjónistarnar.
Jenis av Rana, sigur, at so skjótt Løgtingið kemur saman á ólavsøku, fer Miðflokkurin at leggja uppskot fram um at lata pensjónistar fáa bíligari heilivág.
Hann vísir á, at samgongan hevur skert tilskotið til heilivág til pensjónistar. Men samstundis er tilskotið tikið av til heilivág, sum sjúkrakassin ikki gevur tilskot til. Her er talan um vitaminir, mineralir, kostískoyti og ymsan pínustillandi heilivág.
Stuðulin verður roknaður fyri hvønn ársfjórðin og sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni, eru avleiðingarnar av hesum rættiliga farin at merkjast nú eftir 1. juli, tá ið nýggjur ársfjórðingur byrjaði.
Jenis av Rana sigur, at nú fer Miðflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið, so at tilskot aftur verður latið til vitaminir, mineralir og annað, sum nú hevur mist tilskotið.
- Tá ið samgongan skerdi tilskotið, varð ávarað ímóti hesum í Løgtinginum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Ávaringarnar vóru rættar
Hann sigur, at fleiri løgtingslimir vístu á, at vandi er fyri, at pensjónistar, sum ikki hava góðar eftirlønarskipanir, ikki longur hava ráð til at keypa týdningarmiklan heilivág. Hann sigur, at hjá heilt nógvum pensjónistum eru vitaminir, mineralir, ymiskur náttúruheilivágir sera týdningarmiklir og tí eiga teir eisini at fáa tilskot til hann.
- Og nú teir fyrstu dagarnar í juli mánaða eru farnir aftur um bak og pensjónistarnir fara eftir heilivági til hendan ársfjórðingin, vísir tað er, at ávaringarnar vóru rættar, tí summar av rokningunum eru rættiliga nógv hægri, enn pensjónistarnir eru vanir við.
- Teir pensiónistar, ið bara hava fólkapensión og samhaldsfasta at liva av, kunnu skjótt koma í ta støðu, at tey noyðast at velja ímillum mat og klæðir ella vitaminir og mineralir.
Tí heldur hann, at Løgtingið eigur at rætta hetta, sum hann kallar eitt mistak ímóti pensjónistunum, áðrenn óneyðugar vanlukkur raka hesar veikastu samfelagsborgarar okkars, sum hann tekur til.
Les eisini greinina: Pensjónistur mátti brúka 2200 krónur til heilivág